Suðuroyartunnilin: Løgmaður kennir seg vísan í, at málið verður samtykt

Suðuroyartunnilin: Løgmaður kennir seg vísan í, at málið verður samtykt
Aksel V. Johannesen sigur vera opnan fyri møguleikanum at bora úr Skúvoy, um løgtingið vil tað
Aksel V. Johannesen, løgmaður, eigur uppskotið um Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
01.05.2025 - 08:18

Tað verður ikki fyrr enn um ein slakan mánað, at løgtingið avgreiðir málið um Suðuroyartunnilin. 

Nógv stór mál vóru á skránni á tingfundinum í gjár, og tað eydnaðist ikki løgtinginum at viðgera tey øll. 

Trý uppskot vóru eftir at viðgera, tá Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, gjørdi av at enda fundin um tíggju tíðina í gjárkvøldið. 

Eitt teirra var málið um Suðuroyartunnilin. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum eigur lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin, er rættiliga vísur í, at tað verður samtykt.

Men hann er eisini opin fyri at kanna nærri, um tað ber til at bora úr Skúvoy, um løgtingið vil tað:

 

01052025_Logmadur_og_tunnil

 

2. viðgerð og atkvøðugreiðsla í teimum trimum málunum, sum lógu eftir frá í gjár, verða í dag. 

Umframt Suðuroyartunnilin er tað uppskotið um at brúka pengar í Íløgugrunninum til tunnilin og til Vága Floghavn.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at leingja gildistíðina fyri veiðiloyvi í bólki 5 trý ár, frá 2034 til 2037, er eisini á skránni.

Í bólki 5 eru útróðrarbátar undir 15 tons, sum fiska við húki.

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961