Smáir skúlar kunnu varðveita sjeynda flokk

Smáir skúlar kunnu varðveita sjeynda flokk
Løgtingið hevur samtykt broytingar í fólkaskúlalógini, men kravt verður, at tann minni skúlin og móttøkuskúlin samstarva um sjeynda skúlaár
Løgtingið hevur samtykt broytingar í fólkaskúlalógini. (Savnsmynd)
 
02.05.2025 - 14:26

Smáir skúlar kunnu varðveita sjeyndu flokk, tí kommunur kunnu hava samstarv millum smærri skúlar og móttøkuskúlar í grannakommunum.

Tað er greitt, nú løgtingið hevur endaliga samtykt broytingar í fólkaskúlalógini.

Eftir upprunaliga uppskotinum skuldi hádeild byrja við sjeynda flokki, og ikki frá áttanda flokki sum nú.

Skúlar funnust at hesi ætlanini, m.a. skúlin í Eysturkommunu, sum mælti til tillaga flytingina av sjeynda flokki til hádeild.

Eftir hetta kom mentanarnevndin við broytingaruppskoti, sum hevur við sær, at kommunur frameftir eisini kunna skipa fyri einum sjeynda flokki, men kravt verður, at tann minni skúlin og móttøkuskúlar í grannakommunum skulu samstarva um skúlaárið.

Hetta uppskotið var samtykt við 2. viðgerð, og í dag avgreiddi tingið broytingarnar í fólkaskúlalógini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02052025_Sjeyndi_flokkur

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290