Arbeiðsleysir føroyingar í fremstu røð

Arbeiðsleysir føroyingar í fremstu røð
Johan Dahl vissar Samtak um, at ætlanir ikki eru um at lata upp fyri allari útlendskari arbeiðsmegi, men bert tí arbeiðsmegi, sum tørvur er á.
 
12.11.2013 - 16:17

Feløgini í Samtaki hava í dag verið á fundi við Johan Dahl, landsstýrismann við vinnumálum.

Á skránni var millum annað ætlanirnar hjá landsstýrinum um at lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi.

Feløgini siga, at har trot er á arbeiðsmegi, skal bera til á ein smidligan hátt at taka fólk inn.

Men tað skal ikki latast upp fyri útlendskari arbeiðsmegi sum heild, tí arbeiðsloysið er enn metstórt.

- So leingi vit hava 1000-1500 fólk, sum eru arbeiðsleys, kunnu vit ikki lata arbeiðsmarknaðin fullkomiliga upp, siga feløgini í Samtaki.

Johan Dahl vissaði Samtak um, at ætlanir ikki eru um at lata upp fyri allari útlendskari arbeiðsmegi, men bert tí arbeiðsmegi, sum tørvur er á.

Á fundinum umrøddu tey eisini høga arbeiðsloysi millum tey sum eru omanfyri 45 ár.

Tí er ætlanin at seta ein arbeiðsbólk, sum skal finna møguligar mátar at fáa júst hendan bólkin av arbeiðsleysum út á arbeiðsmarknaðin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849