Eurovision 2025: Føroyingar kunnu ikki atkvøða fyri Sissal

Eurovision 2025: Føroyingar kunnu ikki atkvøða fyri Sissal
Føroyingar og danir kunnu ikki atkvøða fyri Sissal, men fyri øllum hinum luttakarunum. Og hvør hyggjari kann atkvøða 20 ferðir í part
Føroyingar og danir sleppa bert at atkvøða til ta hálvfinaluna, ið Sissal er við í, men ikki fyri Sissal sjálvari.
 
13.05.2025 - 13:06

Í kvøld klokkan 20 fer fyrra hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini av bakkastokki í St. Jakobshalle í Basel.

Kringvarpið sendir bæði frá hálvfinaluni í kvøld og frá seinna umfarinum hóskvøldið, tá ið føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen við listarnavninum Sissal fer á pallin við sanginum "Hallucination."

Føroyingar kunnu fylgja við, meðan Gunnar Nolsøe sigur frá. Danskir undirtekstir verða vístir, tá ið vertirnir tosa á enskum. 

 

Atkvøðugreiðslan

Aftur í ár kunnu fólk úr øllum heiminum gera sína atkvøðu galdandi í sangkappingini. Føroyingar og danir sleppa bert at atkvøða til ta hálvfinaluna, ið Sissal er við í. Tað merkir eisini, at vit ikki kunnu atkvøða til fyrru hálvfinaluna, ið verður í kvøld.

Sambært reglunum kunnu fólk, sum eru stødd í Føroyum ella í Danmark, ikki atkvøða fyri Sissal, sum umboðar Danmark í Eurovision, men fyri øllum hinum luttakarunum.

Til ber at greiða atkvøðu í appini, sum eitur “European Song Contest”, á heimasíðuni hjá Eurovision – “Eurovision.tv” – ella við at senda sms til 1212. Hvør hyggjari kann atkvøða 20 ferðir í part, og tað kostar eina krónu uttan mun til, hvør ið pallurin er. Neyðugt er at fylla pening á telefonhaldið fyri at senda sms.
 

Tú kanst lesa meira um reglurnar fyri atkvøðugreiðslu til ársins Eurovision her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391