- Blóðtøppurin broytti meg

- Blóðtøppurin broytti meg
VIKUGESTURIN: Eli Brimsvík er eftir 25 árum farin frá sum formaður í Havnar handverkarafelag.
Eli Brimsvík fortelur sína søgu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2025 - 13:11

- Umboðanin og samansetingin á tingi er skeiklað. 

Tað sigur Eli Brimsvík, sum nú er farin frá sum formaður í Havnar Handverkarafelag. 

Hann hevur sitið sum formaður í 25 ár, men nú hann er vorðin 67 ár, er tíðin komin at leggja frá sær. 

Politiskir handverkarar mangla
Politiskt hevur hann ikki dult, at hann er javnaðarmaður, men hann hevur ongantíð verið virkin politiskt, tí hann hevur viljað umboðað allar sínar limir sum formaður í Havnar handverkarafelag.

Hinvegin heldur hann, at politiska landslagið er vorðið ov einstáttað, og at eitt nú handverkarar, arbeiðarar og onnur eru ov illa umboðað, tí løgting og landsstýri í ov stóran mun er mannað við akademikarum.

- Eftir mínum tykki er tað ikki gott fyri samfelagið. Eg haldi, at Føroya løgting eigur at vera umboðað av einum breiðum skara innan fyri allar samfelagsstættir. Tað veri seg handverkarar, arbeiðarar, fiskimenn, pedagogar og hvat veit eg. So breitt sum gjørligt. Og eg pástaði, at so hevði staðið betur til bæði fíggjarliga og í aðrar mátar í samfelagnum.

Blóðtøppur broytti lívið
Eli Brimsvík gjørdist av tilvild formaður fyri 25 árum síðan. Stutt eftir fekk hann ein blóðtøpp, og tað hevur broytt hann sum menniskja.

- Eg gjørdist meira sentimentalur, sigur hann. 

Sjálv søgan um Eli Brimsvík er serlig. Mamma hansara doyði, tá ið hann var tvey ára gamal, og hann vaks upp hjá fosturforeldrum, sum hava tikið sær væl av honum. Kanska var tað fosturpápin sum gjørdi, at hann fór handverkaravegin, tá ið samanum kom.

Ein avtala er ein avtala
Sum formaður í Havnar handverkarafelag hevur hann verið í mongum vasi, og har heldur hann tað týdningarmesta er at vera loyvalur og standa við tær avtalur, sum eru gjørdar. 

Sjálvur heldur hann ikki, at føroyska samfelagið í nóg stóran mun eggjar og stuðlar upp undir handverkarayrkini.

Hoyr alla samrøðuna við Eli Brimsvík her.

1745446

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373