Amerikanska tollhækkingin er útsett til 9. juli

Amerikanska tollhækkingin er útsett til 9. juli
Ætlanin var, at tollhækkingin fyri vørur, sum verða innfluttar út ES-londum, skuldi koma í gildi sunnudagin, men nú er freistin longd
Ursula von de Leyen er forkvinna í ES-nevndini.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.05.2025 - 08:03

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, skrivaði í gjárkvøldið á X, at hon hevur havt góða samrøðu við amerikanska forsetan, Donald Trump.

Tey tosaðu saman,  eftir at Trump fríggjadagin ávaraði um, at hann fór at leggja 50 prosent toll á vørur úr ES 1. juni, tað vil siga nú sunnudagin.

- ES og USA hava heimins týdningarmestu og tættastu handilssambond. Evropa er til reiðar at halda fram við samrøðunum skjótt og avgerandi. Fyri at fáa góða avtalu, hava vit brúk fyri tíð til 9. juli, skrivar von der Leyen

9. juli er dagurin, tá ið 90 daga langi steðgurin, sum Trump setti á toll til ES og fleiri onnur lond tíðliga í apríl, endar.

Von der Leyen endurtekur, at tað, sum ES-nevndarlimurin,  Maros Sefcovic, segði fríggjakvøldið um, at samveldið framvegis vil hava eina avtalu.

Trump hevur tó ávarað um, at hann hevur ongan áhuga í framhaldandi samráðingum.

- Vit royna ikki at fáa eina avtalu, svaraði Trump fríggjakvøldið, tá hann var spurdur, um ein avtala fór at koma í lag.

Trump sigur, at hann er samdur við ES um at útseta freistina fyri handilsavtalu til 9.juli, ta tíðina, sum forkvinnan í ES-nevndini hevur sagt, at tørvur er á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483