Sendistovu í Moskva fyri 3,25 milliónir krónur

Sendistovu í Moskva fyri 3,25 milliónir krónur
Føroyski útflutningurin til Russlands er fleirfaldaður síðani í 2007, og í fjør var útflutningurin 460 milliónir krónur
 
14.11.2013 - 15:24

Handilsbannið, sum ES setti í verk í summar, hevur uttan iva við sær, at útflutningurin til Russlands í ár verður metstórur, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.

Tí arbeiðir Løgmansskrivstovan við at seta eina sendistovu á stovn í Moskva. Tað fer at kosta 3,25 milliónir krónur.

Tørvurin á góðum handilsviðurskiftum við londini eystanfyri hevur sjáldan verið størri. Frá politiskari síðu verður støðugt arbeitt fyri at gera marknaðarmøguleikarnar betri.

Eisini hava alivinnan og pelagiska vinnan gjørt vart við seg, og vilja hava so góð handilsviðurskifti sum gjørligt við londini eystanfyri.

 

Løgmaður í Russlandi

Fyri at betra um møguleikarnar, var Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í farnu viku á fundi í Russlandi og Kasakstan í eini roynd at tryggja føroyskum útflytarum so góðar treytir sum gjørligt.

Meginparturin av útflutninginum til londini eystanfyri, er laksur og uppsjóvarfiskur, og um tað ber til at beina tollforðingar av vegnum, so kann útflutningurin vaksa munandi, skrivar løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.

Arbeitt verður samstundis við at betra um handilsviðurskftini við Kina, Brasilia og Turkaland, og við at fáa ein fríhandilssáttmála við Ukraina, stendur m.a. á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037