Kristian er Kristian - hann kann ikki kopierast

Kristian er Kristian - hann kann ikki kopierast
VIKUGESTURIN: Kristian Stórhamar hevur víst á aðrar leiðir í Suðuroyartunlinum, og sjálvur hevur hann gingið óroyndar leiðir í tunnilsverkætlanum um allan heim
Kristian Stórhamar er sannførdur um, at Suðuroyartunnilin kemur, men hann vónar, at alternativa leiðin verður kannað gjøllað
 
31.05.2025 - 13:14

-  Tá tú ikki hevur gjørt okkurt fyrr, so hevur tú einki prógv fyri, at tú ikki dugir tað.

Kristian Stórhamar hevur eina umskriving av víðagitna sitatinum hjá Pippi sum sítt motto.

Hann hevur roynt meira enn tey flestu. Hann hevur í áravís ferðast frá einari tunnilsuppgávu til ta næstu, tí onkrir trupulleikar skulu loysast. 

Her í Føroyum er hann nevndur aftur og aftur, tí hann hevur víst á aðrar loysnir og farleiðir í sambandi við nógv umrødda Suðuroyartunnilin, sum fyribils er sparkaður til politiskt horna. Kanska tí at hann og onnur áhaldandi hava víst á ein annan leist fyri at byggja tunnilin. 

Men hvør er Kristian Stórhamar? Sambært vinmanninum Janusi Vang er eingin líka sum Kristian: Kristian er Kristian, hann kann ikki kopierast. Hann loysir trupulleikar, og so er hann ein góður vinur.

Sum útbúgvin maskinmeistari, maskinsmiðjur og el-innleggjari hevur hann verið partur av øllum teimum undirsjóvartunlunum, sum eru bygdir í Føroyum, og hann hevur í sínum størvum hjá NCC og BASF ferðast um allan heim at loysa trupulleikar, sum stinga seg upp í ymsum tunnilsverkætlanum.

- Eg havi arbeitt í øgiliga nógvum londum, mest í Evropa, men tað longsta eg havi verið burtur, er í einum gullnámi í Kyrgyzstan í 4000 metra hædd, men eisini í støðum sum Johannusburg og Katar. Eg var einar 20-30 ferðir uttanlands um árið í eini 11 ár.

Sjálvur heldur hann, at føroyingar eru ein umbiðin arbeiðsmegi uttanlands, tí føroyingar hugsa ofta øðrvísi.

- Tað er hetta við duldari vitan.  Tað duga føroyingar sum heild øgiliga væl. Vit eru sum regul ikki serfrøðingar í onkrum ávísum, men vit vita nógv um eina breiða viftu av tingum. Heimsrákið fer frá tí, tí alt skal í boksir, meðan føroyingar duga eitt millumting millum sunnan fornuft, royndir og logikk.

Hoyr alla samrøðuna við Kristian Stórhamar her.

1746478

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709

Annað frá KVF