Nú eru pengar til gongubreytina

Nú eru pengar til gongubreytina
Nú verður gongubreytin við Gøtugjógv gjørd av nýggjum
Gongubreytin er lægri enn vegurin.
 
02.06.2025 - 07:11

Nú verður gongubreytin við Gøtugjógv gjørd av nýggjum.

Landsverk hevur boðið út arbeiðið at endurnýggja gongubreytina fram við landsvegnum við Gøtugjógv, úr Syðrugøtu til Norðragøtu. 

Pengar vóru ikki til gongubreytina, tá vegurin var asfalteraður í 2023.

Hon er tí lægri enn vegurin. Hetta halda nógv er vandamikið hjá teimum, sum brúka gongubreytina. 

Landsverk vil hava tilboðini í seinasta lagi 19. juni.

Veitingardagurin er 15. oktober.

1. desember í 2023 segði Per Martin Gregersen, borgarstjóri, at Eysturkommuna var sinnað at yvirtaka veg og gongubreyt við Gøtugjógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493