Helgi fremstur Kring Føroyar

Helgi fremstur Kring Føroyar
Helgi Winther Olsen vann fimm daga súkklukappingina, LM Kring Føroyar. Hann var góðar tríggjar minuttir frammanfyri lærlingin, Niklas Hallgren Niclassen á 2. plássi
Ólavur Frederiksen/LM Kring Føroyar
Helgi Winther Olsen og vinnarin farnu árini, Jákup Petur Eliassen til býarkoyring í Havn
02.06.2025 - 20:20

Helgi Winther Olsen var skjótastur í súkklukappingini LM Kring Føroyar, sum hevur verið í Eysturoy, norðoyggjum, Sandoy og Streymoy farnu vikuna.

Samanlagt var royndi súkklarin góðar tríggjar minuttir frammafyri lærlingin, Niklas Hallgrenn Niclassen, og meir enn átta minuttir frammanfyri Paula Poulsen, sum fekk bronsuna.

Helgi Winther Olsen og Niklas Hallgren Niclassen, sum í roynd og veru súkklaði sum eitt lið, høvdu vunnið tveir teinar í part, undan fimta og seinasta teininum, sum var býarkoyring í Havn.

 


Niklas Hallgren Niclassen endaði á 2. plássi í Kring Føroyar-kappingini. Tað er tvey pláss betri enn í fjør, og tað var hann væl nøgdur við. (Mynd: Rósa Tovudóttir/LM Kring Føroyar)

 

Helgi Winther Olsen slapp avstað undan stóra bólkinum tíðliga á rutuni, sum var frá Hoyvíksvegnum oman á Eystara Ringveg, Yvir við Strond og niðan eftir Jónas Broncksgøtu. Aftanfyri gjørdi lærlingurin Niklas Hallgren Niclassen sítt til, at eltararnir ikki koma ov nær, og tá Helgi Winther Olsen fer um málið, er hann nærum tríggjar minuttir frammanfyri. 

Niklas Hallgren Niclassen sleyt seg leysan frá hinum, og fekk annað plássið samanlagt frammanfyri Paula Poulsen.

Hjá kvinnum var Súsanna Skylv hin einasta, sum súkklaði allar fimm teinarnar. Hon gjørdi av álvara vart við seg og endaði nummar fimm samanlagt.

 


Súsanna Skylv bjóðaði monnunum av, og bert Helgi Winther Olsen, Niklas Hallgren Niclassen, Pauli Poulsen og Konstantinos Garoflos vóru frammanfyri samanlagt. (Mynd: Ólavur Frederiksen/LM Kring Føroyar)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. januar
Upp á tá - 020126
202204
Leygardag 3. januar
Morgunlestur leygardagur 3.januar 2026
202086
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132