Sjóhitanum tørvar fleiri pengar

Sjóhitanum tørvar fleiri pengar
Skal sjóhitaskipanin koma á mál í Klaksvík, so mugu almennar og privatar fyritøkur gerast partur av verkætlanini
03.06.2025 - 19:21

Tað eru tólv ár síðan, at tankarnir til eina sjóhitaskipan komu í Klaksvík. Eitt nýbrot varð sagt og skipanin skuldi hita ikki minni enn 80 prosent av býnum. Og tað hevur higartil kostað kostað 13 millióni krónur. Arbeiðið lá meira ella minni stilt í eina tíð, men nú er ferð komin á aftur.

Men langt er á mál. Og tað skulu nógvar milliónir krónur til afturat. Tá hesar milliónir krónurnar ikki eru í kommunukassanum, so verður leitað aðrastaðni eftir pengunum.

Í einum innliti kringvarpið hevur fingið, verða Føroya Bjór, SEV, IRF, Magn og Effo nevndir sum møguligir íleggjarar í eitt fjarhitafelag, sum skal eiga og reka skipanina - men enn hava ongar ítøkilgar samráðingar verið við hesi feløg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558