Sangir úr mínum lívi: Torleik Mortensen greiðir frá sínum sangum

Sangir úr mínum lívi: Torleik Mortensen greiðir frá sínum sangum
Í øðrum parti av útvarpsrøðini "Sangir úr mínum lívi" hittir Lív Mikkelsen tónleikaran og formannin í Føroya Tónleikarafelag, Torleik Mortensen.
Torleik Mortensen
Mynd: Kristian Klintholm  
 
12.06.2025 - 10:35

Í sendingini greiðir Torleik frá teimum sangum, hann hevur valt, og hvat teir merkja fyri hann – bæði sum tónleikara og sum menniskja.

Torleik Mortensen er hálvur føroyingur, og er føddur og uppvaksin í Jútlandi, men flutti til Føroya í 2013. Pápin er urguleikarin Gudmund Mortensen, og mamman, Ellis Mortensen, er dani og keramikari.

Hann hevur kandidatútbúgving frá rytmiska konservatoriunum í Keypmannahavn, og virkaði sum tónleikari í Keypmannahavn frá 2000 til 2013. Hann hevur millum annað spælt við danska bólkinum Cody, og framført á stórum pallum sum DR Konsertsalinum og spælt á Roskilde Festivalinum. Eisini hevur hann verið evropameistari í siðbundnum jazzi.

Síðani hann flutti til Føroya, hevur hann spælt við mongum føroyskum tónleikarum og bólkum - eitt nú Anniku Hoydal, Flytifólkum, Konni Kass, Knút, Silvurdrongi, Svartmálm, Yggdrasil, Jógvani og Teiti. Umframt hetta spælir hann eisini við Føroya Symfoniorkestri.

Torleik hevur eisini bólkin hettarher saman við Andriasi Restorff – eitt listaligt samstarv, har teir sameina akustiskt og elektroniskt ljóð, improvisatión og kompositión. Hettarher hevur gjørt tónleik til fleiri filmar m.a. til nýggja føroyska spælifilmin hjá Sakaris Stórá 'Seinasta paradís á jørð'.

Tónleikur hevur altíð verið ein stórur partur av lívinum hjá Torleiki. Hann byrjaði at spæla violin, tá ið hann var 5 ára gamal, el-guitar sum 12 ára gamal, el-bas sum 16 ára gamal og kontrabas sum 17 ára gamal. Í ár 2000 flutti hann til Keypmannahavnar, har hann at byrja við gekk á MGK (Musikalskt Grundkursus) og síðan á rytmiska konservatoriunum.

Í dag býr hann í Havn saman við unnustuni Fríðu Hansen og synunum Torbjørn og Gutta, og livir av tónleikinum.

torleik_mortensen_sangir_ur_minum_livi_1.png

Caption: 
Torleik Mortensen á tónleikaferð í Russlandi (Mynd: Privat)

 

Í sendingini hjá Torleiki verða hesir sangir spældir og umrøddir:

Dvorak: Humoresque

Kim Larsen: Tarzan Mama Mia

Illdisposed: Psychic Cyclus I-III

John Scofield: A Go Go

Radiohead: Packt Like Sardines In a Crushd Tin Box

Beatles: I’m Only Sleeping

Leonard Cohen: Dance Me to the End of Love

hettarher: Livandi Ljós 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Gudstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Gudstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335