Ráfiskakeyparafelagið tekur væl og hjartaliga ímóti avtaluni við Brasil

Ráfiskakeyparafelagið tekur væl og hjartaliga ímóti avtaluni við Brasil
- Hetta eru góð tíðindi, sum fara at geva føroyskum fyritøkum, sum selja saltfisk, eitt bein aftrat at standa á, sigur formaðurin
Saltfiskaframleiðsla á Vaðhorni.
Mynd: Savn  
 
14.06.2025 - 12:46

- Hetta eru góð tíðindi, sum fara at geva føroyskum fyritøkum, sum selja saltfisk, eitt bein aftrat at standa á.

Tað sigur Jógvan Hansen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, um heilsufrøðiligu avtaluna við Brasil.

Hann vísir á, at í dag selja føroyskar fyritøkur nógva brosmu til norskar fyritøkur, sum virka fiskin og selja hann víðari til Brasil.

- Vónandi hevur avtalan við sær, at vit sjálvi fara at framleiða alla brosmu í Føroyum, sigur Jógvan Hansen. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1748765

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162