Politikarar: Húsamarknaðurin skal skipast við reglum um stutttíðarleigu

Politikarar: Húsamarknaðurin skal skipast við reglum um stutttíðarleigu
Bústaðarbyrðan hjá ungfólki var evnið í Breddanum fyrrapartin
Bústaðarbyrðan er tyngri hjá alsamt fleiri, vísir nýggj fíggjarlig greining.
 
17.06.2025 - 13:27

Húsamarknaðurin skal skipast betur við reglum um stutttíðarleigu.

Tað eru tey fýra tingfólkini, Ingilín D, Strøm, Hervør Pálsdóttir, Steffan Klein Poulsen og Beinir Johannesen meira ella minni samd um.

Tey vóru í Breddanum fyrrapartin, har evnið var bústaðarbyrðan hjá ungfólki.

Bústaðarbyrðan er tyngri hjá alsamt fleiri, vísir nýggj fíggjarlig greining.

Trupulleikin rakar serliga tey, ið eru undir 45 ár.

Sagt við øðrum orðum: Tess yngri, tú ert, tess torførari er at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17062025_Stutttidarleiga

 

Allur Breddin kann hoyrast her.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980