Útflutningurin minkaður stíva hálva milliard

Útflutningurin minkaður stíva hálva milliard
Fiskavøruútflutningurin er 714 milliónir minni, og laksaútflutningurin er minkaður slakar 300 milliónir kr.
Útflutningurin er minkaður 551 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar. (Savnsmynd)
 
18.06.2025 - 10:19

Útflutningurin minkar.

Føroyar útfluttu fyri 12,2 milliardir krónur frá mai 2024 til apríl 2025. 

Tað er stív hálv milliard, 551 milliónir krónur minni, frá mai 2023 til apríl 2024.

Fiskavøruútflutningurin er 714 milliónir minni, skrivar Hagstovan.

Laksur er minkaður 291,7 milliónir, tí prísirnir eru so vánaligir nú.

 

58 kr. kilo

Virðið er minkað fimm prosent, men nøgdin er vaksin 13 prosent.

Nú er miðalprísurin komin niður á 58 krónur kilo.

Hann hevur verið heilt uppi á næstan 92 krónum. Tað var í mai 2022.

 

Betri prísur fyri makrel

Men prísurin fyri makrel er hækkaður.

Útflutningsvirðið er vaksið 63,6 prosent, men nøgdin bara sløk 5,6 prosent. 

Útflutningurin til Russlands er slaka hálva milliard størri nú enn hann var i mai 2024.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115