Trummusláari úr Toto spældi til hátíðarhald í Ørðavík

Trummusláari úr Toto spældi til hátíðarhald í Ørðavík
- Tey høvdu tørv á trummusláara, og eg segði bara gamaní, sigur Shannon Forrest, trummusláari í Toto
Shannon Forrest, Toto, í bergholinum til Fámjins í dag
Mynd: Sigrún Brend  
 
25.06.2025 - 16:10

Tað var heppið at eingin minni enn trummusláarin í Toto var til staðar í Suðuroy, nú tørvur brádliga var á trummusláara, til hátíðarhaldið fyri Fámjinsbergholinum, sum lat upp fyri almennari ferðslu í dag.


Harrin eitur Shannon Forrest, sum er í Føroyum í sambandi við at unnustan, Kristel Lisberg, og hann, skulu á pallin í Voxbotni um vikuskiftið.

 


Veðrið í Suðuroy var ikki av tí allarbesta í dag, men tað leggur hann einki í.

Hann er vanur at spæla konsert um allan heimin, og í øllum veðri, sigur Shannon Forrest, sum er vísur í, at hetta ikki er seinasta vitjanin í Føroyum.

Myndir: Sigrún Brend.
Hoyr samrøðu við Shannon Forest:

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542