Vildi ikki góðkenna byggisamtyktina fyri Klivaløkshaga

Vildi ikki góðkenna byggisamtyktina fyri Klivaløkshaga
Umhvørvismálaráðið vildi ikki góðkenna byggisamtyktina hjá Sands Kommunu. Orsøkin er, at umsóknin er full av feilum, vísir samskifti millum kommununa og umhvørvismálaráðið
Ætlaðu vindmyllurnar í Klivaløkshaga.
Mynd: Savn.  
 
03.07.2025 - 18:18

Enn er byggisamtyktin fyri Klivaløkshaga ikki broytt.

Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu gav fyrst í oktober í fjør loyvi til vindmyllurnar og vegin.

Umhvørvisstovan gav í februar felagi, sum Jóhan í Niðristovu og onnur ætla at stovna, loyvi at byggja myllurnar vestanfyri Sands bygd. 

Tað er, at felagið fær loyvi til elframleiðslu úr vindorku.

Men enn er byggisamtyktin fyri økið við Klivaløkshaga ikki broytt. 

 

Søktu um góðkenning í apríl

Í apríl søkti Sands Kommuna Umhvørvismálaráðið um góðkenning av broyttu byggisamtyktini fyri matriklarnar: 397c, 388a, 389b, 390, 391, 392 og 399 frá landbúnaði til vinnuøki. Haraftrat serstaka byggisamtykt fyri sólorkulund í Reynatúgvuhaga og serstaka byggisamtykt fyri vindmyllur í fleiri hagapørtum.

Men kommunan fekk avslag í svari dagfest tann 16. apríl. Byggisamtyktin fyri økið er tí ikki broytt til hvørki vindmyllulund ella sólorkulund.

Orsøkin er, at umsóknin er heft við feilum, stendur í svarinum frá Umhvørvismálaráðnum.

Eitt nú verður nevnt, at Sands bygdaráð hevur givið principielt byggiloyvi til vindmyllulund, sum ikki er galdandi. Haraftrat verður viðmerkt, at skjøl mangla, og at tað er ógreitt, hvat tað er sum kommunan hevur tikið støðu til í fleiri ymiskum førum, tí tað ikki er nevnt ella tilmælir, sum verða nevnd ikki er løgd við.

At kommunan fekk avslag merkir, at tey mugu senda nýggja umsókn, og hetta kann seinka gongdini í málinum munandi.

Ætlanin er at seta sjey vindmyllur upp vestanfyri Sands bygd. Eisini er ætlanin at gera veg úr landsvegnum millum Sand og Skopun í Klivaløkshaga.

Loyvini, sum higartil eru givin, eru treytað av, at onnur neyðug loyvi eisini kunnu fáast til vegar. Teirra millum eru loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, loyvi frá Sands kommunu, og endalig avtala skal gerast við jarðareigararnar í økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Guðstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138