Russiskur ráðharri funnin deyður eftir at hann fekk durafjórðingin

Russiskur ráðharri funnin deyður eftir at hann fekk durafjórðingin
Russiski samferðslusmálaráðharrin, Roman Starovoit, er funnin deyður fáar tímar eftir, at hann fekk durafjórðingin av russiska forsetanum
Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.07.2025 - 18:36

Russiski samferðslusmálaráðharrin, Roman Starovoit, er funnin deyður fáar tímar eftir, at hann fekk durafjórðingin av russiska forsetanum.

Ein almenn kanningarnevnd sigur, at hann helst doyði fyri egnari hond.

Tað upplýsa russiskir myndugleikar sambært Reuters.

Tað er ikki komið fram enn, hví Starovoit fekk fótin sum ráðharri fyrr í dag. Hann røkti starvið í eitt gott ár.

Men Kreml hevur almannakunngjørt eina mynd, har russiski forsetin, Vladimir Putin, tekur í hondina á avloysarinum, Andrej Nikitin.

Russiska flutningskervið er hart trýst av krígnum í Ukraina, og almennu jarnbreytirnar hava tað trupult við hækkandi prísum og manglandi eykalutum, skrivar Ritzau.

Roman Starovojt var guvernørur í Kursk-økinum áðrenn hann tók við sum ráðharri í samferðslumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952