Fáa ferðafólk at broyta ferðamynstur

Fáa ferðafólk at broyta ferðamynstur
Í dag byrjaði eitt átak hjá Visit Faroe Islands, sum skal taka trýstið av teimum best umtóktu ferðafólkastøðunum.
08.07.2025 - 19:48

Ferðafólk í Føroyum fara ofta til tey somu støðini - til Tjørnuvíkar, Saksunar, Gásadals, Gjáar o.s.fr. Hetta skapar eitt trýst á náttúruna og tey, sum búgva í nærumhvørvinum. Nýggja átakið hjá Visit Faroe Islands skal broyta hetta. Tey ynskja at broyta ferðamynstrini hjá ferðafólkunum.

Átakið er ein GPS skipan, sum hevur túrar, har mann ikki veit, hvar mann endar. Túrarnir hava eitt endaferðamál við 3-5 ferðamálum á vegnum, men tú sært bara eitt í senn. Visit Faroe Islands ynskir, at hetta skal skapa meira fjølbroytni í upplivingunum hjá ferðafólkunum og gera tey forvitin at royna nakað nýtt. 

Skipanin er gjørd við Google Maps og er á einum byrjanarstøði, so hon kann mennast nógv - bæði til fleiri túrar og aðrar ferðamátar. 

Átakið er í samstarv við 62N, sum leigar bilarnar út og tekur ímóti bíleggingunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV