Lærarafelagið: Vit skulu halda okkum til lógina

Lærarafelagið: Vit skulu halda okkum til lógina
Fýra skúlar í Tórshavnar kommunu hava fingið undantaksloyvi til 24 næmingar í 1. flokki tá skúlaárið byrjar- Tað hóvar ikki lærarafelagnum
Formanninum í Føroya Lærarafelag dámar einki undantøkini sum Tórshavnar Kommuna hevur fingið
 
11.07.2025 - 20:38

Fýra skúlar í Tórshavnar kommunu hava fingið undantaksloyvi frá lógini, so teir kunnu hava 24 næmingar í 1. flokkum tá skúlaárið byrjar. 

Løgtingið hevur annars samtykt, at eftir summarferiuna skulu hægst 22 næmingar verða í hvørjum flokki.

Formanninum í lærarafelagnum dámar lítið undantøkini.

 

Landsstýrismaðurin: Kommunan er ikki klár

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, sigur at man hevur givið undantak, tí kommunan er ikki klár.

Tað er ein samlað meting - tað er ikki meira enn rímiligt, heldur landsstýrismaðurin.

Skúlarnir, sum hava fingið undantaksloyvi, eru Skúlin á Argjahamri, Skúlin á Fløtum, Santa Frants Skúli og Skúlin á Løgmannabreyt.

 

Hoyr innslagið niðriundir:

1753322

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717