Framúr dagur hjá bogaskjúttunum

Framúr dagur hjá bogaskjúttunum
Umframt gullið hjá Anju Eydnudóttir, vunnu bæði Nikkel Petersen og Hans Petur Højgaard einstaklingagull í bogaskjóting mánadagin. - Vit kundu ikki ynskt okkum meir
Dánial Olsen
Hvørki orknoyingarnir ella nakað annar megnaði at fylgja við Nikkeli Petersen, sum skeyt seg til sannførandi compound-gull
15.07.2025 - 03:49

Tað var ikki bara Anja Eydnudóttir, sum hevði stillað siktið rætt á bogaskjótibreytini mánadagin.

Bogaskjótiliðið hevði ein av sínum heilt góðu oyggjaleikadøgum, og samanlagt komu ikki færri enn fimm gull og ein silvur burturúr langa degnum, har kappast var í sonevndari fullari FITA; 144 pílar úr fýra ymiskum frástøðum.

SÍ EISINI: Átta ár síðan síðst: Anja var ikki til at steðga

Nikkel Petersen vann gull í compound og Hans Petur Højgaard gjørdu honum bragdið eftir í recurve, og Føroyar vunnu eisini báðar liðkappingarnar.

 - Kenslan er øgiliga góð. Eg hevði ikki roknað við, at eg fór at klára tað so væl í dag. Vindurin var øgiligur, og vit hava havt eina harða kapping allan vegin í gjøgnum, men eg legði væl út, og tað gjørdi, at eg vann til endans, segði Nikkel Petersen eftir gullskjótingina. Hann skeyt somikið væl úr 90 metrum, at hann var nær oyggjaleikametinum.

Hans Petur Højgaard var eins tryggur. Hann vann allar fýra frástøðurnar, og fekk triðja einstaklingagullið hjá Føroyum.

 - Tað var heilt fantastiskt. Fimm heiðursmerki í dag. Eg haldi ikki, at mann kann biðja um meir, segði hann um samlaða liðavrikið. Jóannes Poulsen vann silvur í compound. Hann byrjaði heldur illa, men skeyt bara betur og betur og fekk yvirhálað fleiri skjúttar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985