Blue Giants Orkestar 'í løtuni': Lívligir tónar í mjørkanum við sjóvarmálan

Blue Giants Orkestar 'í løtuni': Lívligir tónar í mjørkanum við sjóvarmálan
Blue Giants Orkestar koma úr Skotlandi og settu sín sermerkta dám á ársins G! festival
Blue Giants Orkestar í løtuni á G!
Mynd: Finnur Justinussen  
 
18.07.2025 - 19:25

“Tað er ikki hvønn dag, tú fært høvi at spæla beint við sjógvin í Norðuratlantshavinum, omanfyri sandin, við grasfløtum og seyðahúsum rundan um teg. Hetta er nakað heilt serligt,” segði Luisa Brown, ein av limunum í Blue Giants Orkestar. 

Tað var ikki bara fyrstu ferð, at bólkurin var í Føroyum, men eisini fyrstu ferð, at teir spældu uttanlands. Hóast tað regnaði eitt sindur, og mjørkin lá yvir Syðrugøtu, var stemningurin alt annað enn gráur. Blue Giants Orkestar framførdu eitt lag, ið fekk kroppar at flyta seg og fólk at smílast. Hetta var nýtt, og nokk nakað mong helst ongantíð hava hoyrt áður. 

 

Nýggir tónar úr gamlari orku 

Tónleikurin hjá bólkinum tekur íblástur úr ymiskum tónleikagreinum eitt nú jazzi, klassiskum og fólkatónleiki. Hetta seta tey saman til eina orkufulla og fjølbroytta heild. 

“Vit spæla tónleik, sum er ætlaður at fáa fólk at dansa. Tað er ‘bouncy’, tað er komplekst, men tað er eisini stuttligt,” sigur bólkurin um lagið, tey valdu til verkætlanina í løtuni. 

Lagið, hjá Chris Lyons, varð serliga valt til hesa løtuna, tí tað vísir nógv ymisk element í bólkinum: smá einstaklingabrot, samanspæl, fjølbroyttar rytmur, og eitt gott íkast av speiskari gleði.  

 

Kenna seg heppin at spæla á G! 

Luisa og Tom Pickles greiða frá, at tað longu var eitt stórt stig fyri bólkin at fara uttanlands at spæla, men at tað skuldi vera júst G! festivalurin, ið bleiv teirra fyrsta framførsla uttan fyri Bretland, høvdu tey ikki væntað. 

“Tað er so nógv við hesum staðnum og festivalinum, sum kennist sum ein miðdepil fyri norðurlendskan tónleik. Her møtast tónleikarar úr Føroyum, Íslandi, Skotlandi, og at vera partur av hesum er heilt serligt,” søgdu tey. 

Tey vísa eisini stóran áhuga fyri føroyskum tónleiki og halda, at tað hevði verið ómetaliga spennandi, at lært meira um føroyska tónleikaarvin. 

“Okkara endamál er at taka tráðir úr ymiskum mentanum og vinda teir saman til okkurt, sum er heilt okkara egið,” sigur Tom. Tí er tað heldur ikki óhugsandi, at tey kunnu samstarva við føroyskar tónleikarar í framtíðini.  

 

Samstarv sum grundarsteinur 

Blue Giants Orkestar gav út sína fyrstu heildarútgávu í fjør, har tónleikarar úr Bulgaria, Kýpros og Grikkalandi eisini vóru við. Tað er greitt, at samstarv er ein partur av hugsjónini hjá bólkinum. Hóast tey longu eru átta limir, hava tey als ikki ætlanir um at steðga har. 

“Vit eru eitt stórt orkestur, men vit vilja verða enn størri, ikki bara í tali, men í breidd og dýpd. Og eftir hesa uppliving á G! vóna vit veruliga, at samstarv við føroyskar tónleikarar kann spíra. Tað høvdu vit elskað!” 

Tú kanst síggja og hoyra framførsluna hjá Blue Giants Orkestar í verkætlanini í løtuni her:

ilotuni_BGO

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194