Føroyar fingu oyggjaleikaflaggið við heim

Føroyar fingu oyggjaleikaflaggið við heim
Eftir bestu oyggjaleikirnar hjá Føroyum higartil, fekk formaðurin í føroysku oyggjaleikanevndini, Teitur Samuelsen, handað sermerkta oyggjaleikaflaggið, sum nú skal til Føroya
19.07.2025 - 00:56

Heili 41 gullmedaljur og 95 heiðursmerki tilsamans skulu við úr Orknoyggjum til Føroya umvegis Scrabster og Inverness við báti, bussi og flogfari.

Umframt hesi, skal sermerkta oyggjaleikaflaggið eisini við viðførið hjá Ítróttasambandinum, nú Føroyar eiga tørn at hava leikirnar.

Formaðurin í føroysku oyggjaleikanevndini, Teitur Samuelsen, fekk flaggið handað til endahátíðina á Picky-leikvøllunum í Kirkwall í dag, har á leið 2000 fólk savnaðust eftir einar væleydnaðar leikir. 

Ferð verður nú sett á fyrireikingarnar til føroysku leikirnar, sum hava sett sær fyri at hýsa 14 ítróttagreinum og meir enn 3000 íðkarum úr teimum 24 oyggjunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011