Føroyar hýsa oyggjaleikum 2027, men tað krevur ábøtur

Føroyar hýsa oyggjaleikum 2027, men tað krevur ábøtur
Tað er serliga Tórsbreyt ið skal umvælast, sigur venjari í frælsum ítrótti
22.07.2025 - 19:24

Vit hava sum heild nøktandi karmar at hýsa oyggjaleikunum, men størstu avbjóðingarnar eru við Tórsbreyt, ið krevur ábøtur fyri at liva upp til neyðugu kappingarkrøvini, sigur Heri Ziska, venjari í frælsum ítrótti.

Tað eru nevniliga kappingargreinirnar innan frælsan ítrótt ið skulu vera á Tórsbreyt, og millum annað skal vøllurin bøtast um, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya.

Hon greiðir frá, at har tykist at vera vælvilji frá Tórshavnar kommunu, og at tað bert er ein spurningur um tíð, nær endurbøtingarnar fara í gongd, tí loysnir mugu finnast og breytin skal framtíðartryggjast.

Tórsbreyt varð tikin í nýtslu í 2008, og verður sostatt 19 ár tá oyggjaleikir fara í gongd í 2027.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659