Hittast til friðarsamráðingar í Turkalandi í kvøld

Hittast til friðarsamráðingar í Turkalandi í kvøld
Bæði russiska og ukrainska sendinevndin eru á veg til Istanbul
Limir í ukrainsku sendinevndini eru komnir til Istanbul.
Mynd: Murad Sezer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.07.2025 - 15:47

Russland og Ukraina hittast í kvøld til friðarsamráðingar í turkiska høvuðsstaðnum, Istanbul.

Hetta vátta báðir partar, sum longu eru á veg til Istanbul.

Sambært Dmitry Peskov, talsmanni hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, fara samrøðurnar í kvøld at snúgva seg um eitt uppskot um, hvussu kríggið kann fáa ein enda. Og so fara partarnir eisini at tosa um at býta um krígsfangar og at fáa burturflutt ukrainsk børn heimaftur úr Russlandi.

Mánadagin segði Dmitry Peskov, at Russland hevur sítt egna uppskot og Ukraina sítt egna, og tað er stórur munur á hesum báðum uppskotum.

Donald Trump hevur hótt við at seta hørð tiltøk í verk ímóti Russlandi, um tað ikki finst ein endi á krígnum í seinasta lagi um 50 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961