Vandi fyri hungursneyð í Afganistan

Vandi fyri hungursneyð í Afganistan
Næstan 10 milliónir fólk - ein fjórðingur av fólkinum - eru í vanda fyri at vera rakt av matvørutroti
Ein fjórðingur av fólkinum í Afganistan hevur ov lítið til matna.
Mynd: Asia Times  
 
05.08.2025 - 15:16

Alsamt fleiri fólk í Afganistan fáa ikki nóg mikið at eta.

Tað vísir ein nýggj frágreiðing hjá matvørustovninum hjá ST, World Food Programme, sum staðfestir, at fjórði hvør afgani er í vanda fyri at líða hungur.

Næstan 10 milliónir fólk - ein fjórðingur av fólkinum - eru í vanda fyri at vera rakt av matvørutroti.

Trupulleikin er, at trot er á mati, ella at lítil føðsla er í matinum.

Matvørustovnurin hjá ST sigur, at orsøkin til gongdina er, at stovnurin fær minni fíggjarligan stuðul enn fyrr.

Millum annað hevur heimsins størsti stuðulsveitari, USA, skorið sín stuðul til World Food Programme niður í helvt, tá USA minkaði játtanina til US-AID, sum er amerikanski menningarstovnurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655