Fiskiskapurin eftir botnfiski minkaður 8.000 tons

Fiskiskapurin eftir botnfiski minkaður 8.000 tons
Upsafiskiskapurin er minkaður 7.000 ton seinasta árið
 
22.11.2013 - 08:45

Fiskiskapurin eftir botnfiski minkar støðugt. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár minkaði fiskiskapurin eftir toski, hýsu, upsa og øðrum botnfiskasløgum meiri enn 8.000 tons.

Serliga fiskiskapurin eftir upsa minkaði nógv, næstan 7.000 tons, samanborið við í fjør. Fiskiskapurin eftir toski og hýsu var heldur frægari.

Søluvirðið av vanligu botnfiskasløgunum minkaði eisini nógv, 130 milliónir kr., svarandi til 26 prosent.

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár var fiskur útfluttur fyri 547 milliónir kr. Í fjør var útflutningurin 688 milliónir kr. í fjør, vísa tøl frá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040