USA skerjir fígging til at menna koppsetingar

USA skerjir fígging til at menna koppsetingar
Serfrøðingar finnast hvassliga at amerikanska heilsumálaráðharranum fyri at taka hetta stigið
Robert F. Kennedy, yngri, er heilsumálaráðharri í amerikansku stjórnini.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.08.2025 - 15:31

Amerikanski heilsumálaráðharrin, Robert F. Kennedy, yngri, hevur strikað fíggingina til at menna mRNA-koppsetingar, sum verða brúktar til at berjast móti millum annað beinkrími/influensu og koronavirusi. 

Tað sigur heilsumálaráðið, sambært CNN og BBC. 

Við sparingunum sparir amerikanska heilsumálaráðið 3,2 milliardir krónur.

Fleiri serfrøðingar hava givið ilt av sær, tí Kennedy hevur tikið hetta stigið.

Sagt verður, at við sparingunum fer eitt týðandi amboð - at berjast ímóti eini nýggjari heimsfarsótt - fyri skeytið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454