Erik Biskupstø: "Vit eru væl nøgd við ársins Summarfestival skrá"

Erik Biskupstø: "Vit eru væl nøgd við ársins Summarfestival skrá"
"Vit leggja okkum eftir at fáa nøkur útlendsk nøvn, sum hava nøkur stór altjóða hitt," sigur Erik Biskupstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, ið er væl nøgdur við skránna
06.08.2025 - 20:51

Erik Biskupstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, vísur atfinningunum um, at útlendski partur av ársins Summarfestival-skrá er heldur soltin. 

"Vit leggja okkum altíð eftir at fáa nøkur útlendsk nøvn, sum hava nøkur stór altjóða hitt. Tað halda vit hevur eydnast við eitt nú UB40, sum er eitt av teimum heilt stóru ensku nøvnunum frá áttatiárunum," staðfestir Erik Biskupstø. 

Hann vísir eisini á, at Nik & Jay eru kendir millum føroyingar og spæla útseldar arena-konsertir uttanlands. 

"Vit leggja okkum altíð eftir at fáa nøkur útlendsk nøvn, sum hava nøkur stór altjóða hitt.

 

SÍ EISINI: "SF25: 10 ting tú mást uppliva á Summarfestivalinum"

 

Nógv forkunnigt føroyskt

Erik Biskupstø heldur eisini, at føroysku nøvnini á skránni eru góð og fjølbroytt, og ein góð blanding av nýggjum og gomlum. 

"Vit hava bæði tað, sum er uppi í tíðini, eitt nú Brimheim, sum ikki hevur spælt í Føroyum í summar, so tað er rættiliga forkunnigt at sleppa at uppliva hana."

Erik Biskupstø nevnir eisini 25 ára hátíðarhaldið hjá Kulum rótum sum eitt spennandi ískoyti til skránna. 

"Kular røtur spælir til dagliga, men sum hevur 25 ára jubileum í ár, og er eitt Klaksvíksfyribrigdi. Har koma upphavsmenninir Ingi Isaksen og Steintór Rasmussen at vera við saman við orginalu sangarunum, Jógvan Hansen, Arnfríð Lützen og Rannvá Lütuse. Tey hava ikki framført saman síðani kanska 2001, so tað verður eisini forkunningt."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672