Putin fær politiskt órin í Sveis

Putin fær politiskt órin í Sveis
Russiski forsetin má fáa immunitet, tí altjóða revsidómstólurin hevur givið boð um at handtaka Vladimir Putin
Vladimir Putin og Donald Trump hittust í Alaska fríggjadagin. Nú verður roynt at fáa ein fund í lag millum Putin og Zelenskyj.
Mynd: Sergey Bobylev/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.08.2025 - 15:00

Sveis hevur boðið russiska forsetanum, Vladimir Putin, politiskt órin - immunitet - um hann kemur til Sveis at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Tað skrivar franski miðilin, Le Monde.

Tað var franski forsetin, Emmanuel Macron, sum skeyt upp, at forsetarnir hittast í Sveis. 

Orsøkin til, at Putin má hava órin - immunitet -  er, at síðani 2023 hevur altjóða revsidómstólurin givið boð um at handtaka russiska forsetan fyri krígsbrotsverk í Ukraina.

Sveis er ein partur av altjóða revsidómstólinum, men kann bjóða russiska forsetanum órin, um hann kemur til friðarsamráðingar.

 

 

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Leggur fundin til rættis

Amerikanski forsetin, Donald, Trump er longu farin at leggja tríliðaða fundin millum Ukraina, USA og Russland til rættis.

Trump hevði telefonsamrøðu við Putin beint eftir fundin í Hvítu húsunum í gjárkvøldið. Fundurin var millum Trump, ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og evropeiskar stjórnarleiðarar um støðuna í Ukraina. 

Sambært ukrainska forsetanum er Russland hugað at hava fund.

Russland hevur tó ikki váttað, at ein fundur við USA og Ukraina er í umbúna, men russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, útilokar ikki at hitta ukrainska forsetan.

Men Zelenskyj er sinnaður at hitta Putin, sigur BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677