Antonio Costa: Skal ganga skjótari at gera Ukraina lim í ES

Antonio Costa: Skal ganga skjótari at gera Ukraina lim í ES
Tað segði Antonio Costa, forseti í Evroparáðnum, eftir ES toppfundin í dag.
Antonio Costa
Mynd: Jessica Lee/EPA/Ritzau Scanpix  
 
19.08.2025 - 18:41

"Nú skulu vit seta ferð á tað praktiska arbeiðið. Vit skulu økja og styrkja okkara hernaðarliga stuðul til Ukraina og tað skal ganga skjótari at gera Ukraina til lim í Evropa Samveldinum" Tað segði forsetin í Evroparáðnum, Antonio Costa á tíðindafundi í dag eftir at limalondini í Evropasamveldinum, hava fundast í dag. 

Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, hevur áður sagt, at Ukraina kann gerast limur í Evropa samveldinum í 2030. 

Antonio Costa vil, at tað skal ganga skjótari enn so.

Limalondini í ES hava fundast, eftir at amerikanski forsetin Donald Trump og ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj hittust í Hvítu Húsunum í gjár, saman við fleiri evropeiskum stjórnarleiðarum.

Á ES toppfundinum varð tosað um hvussu tey kunnu tryggja friðin í Ukraina. Antonio Costa, forseti í Evroparáðnum, nevdir, at tað skal gerast í tøttum samstarvi við Samgonguna av teimum fúsu. Í hesari samgonguni eru stjórnarleiðarar um allan heim, sum stuðla varandi friði í Ukraina. 

Fleiri stjórnarleiðarar í "samgonguni av teimum fúsu" hava boðað frá, at tey eru klár at senda hermenn til Ukraina, um ein friðaravtala kemur í lag - hetta sum ein liður í framtíðartrygdini og friðnum í Ukraina. 

Tað er millum annað forsætisráðharrin í Estlandi, Kristen Michal, og finska uttanríkisráðfrúan, Elina Valtonen, sum hava boðað frá, at londini eru til reiðar at senda hermenn. 

Á ES toppfundinum varð eisini tosað um nýggjar sanktiónur móti Russlandi, til tess at steðga krígnum. Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, hevur boðað frá, Evropa Samveldið fer at seta revsitiltøk í verk í september. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987