Russland lopið á við dronum og rakettum

Russland lopið á við dronum og rakettum
Hetta er størsta russiska álopið, samstundis sum roynt verður at fáa enda á krígnum millum Russland og Ukraina
Russland hevur lopið á Ukraina í nátt. Henda myndin er úr Lviv nærindis pólska markinum.
Mynd: Roman Baluk/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.08.2025 - 10:21

Russland leyp í nátt á Ukraina við 574 dronum og 40 rakettum. Boð eru um, at í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív, og nógv vórðu særd, skrivar norska kringvarpið.

Hetta er størsta russiska álopið, samstundis sum roynt verður at fáa enda á krígnum.

546 dronur og 31 av rakettir vórðu skotnar niður.

Pólska flogvápnið hevur sent flogfør til at verja loftøkið, upplýsir pólska verjan.

Beint fyri midnátt í gjárkvøldið vóru álop á høvuðsstaðin, Kyiv, upplýsa tíðindafólk í býnum, sambært NTB.

Ávaringarlúðrar ljóðaðu um alt landið til at ávara um dronuálop. 

Sambært ukrainskum herfólkum er fleiri tíggjutals russiskar dronur í luftini, skrivar norska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609