Leggja seg skerfløt og taka atfinningar í álvara

Leggja seg skerfløt og taka atfinningar í álvara
Tiltøk eru sett í verk at venda gongdini, sigur stjórin í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum hevur fingið lemjandi atfinningar frá Umboðsmanninum
 
22.08.2025 - 13:09

- Vit leggja okkum púra skerfløt og taka atfinningarnar í álvara.

Tað sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, eftir lemjandi atfinningar frá Løgtingsins umboðsmanni.

 

 

Leivur Persson.

 

Umboðsmaðurin fekk frá januar til mars í ár fýra klagur um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í sambandi við arbeiðsskaðamál. 

Málini høvdu verið virkin í meira enn hálvt triðja ár, uttan at endalig avgerð ella fyribilsavgerð var tikin. Harumframt høvdu klagararnir í fleiri umførum ikki fingið svar ella afturboðan til fyrispurningar sínar. 

Átalan er so álvarslig, at fráboðan um hana er send formansskapinum í løgtinginum, løgmanni og landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.

 

400 mál fylgdu við yvirtøkuni

Arbeiðs- og brunaeftirlitið yvirtók umsitingina av arbeiðsskaðamálum frá Sorinskrivaranum í Føroyum í januar 2024.

Við tí fylgdu 400 mál við.

Í apríl 2025 vóru fleiri enn 850 mál.  Av teimum hevur Arbeiðs-  og brunaeftirlitið 700 eftir at avgreiða. 

Men nýggj mál leggjast aftrat alla tíðina, og í løtuni eru umleið 750 virkin mál.

Leivur Persson sigur, at ymisk tiltøk eru sett í verk til tess at venda gongdini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22082025_Leivur_Persson


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345