Tvey reiðarí eiga stóran part av russisku uppsjóvarkvotuni

Tvey reiðarí eiga stóran part av russisku uppsjóvarkvotuni
Formaðurin í Reiðarafelagnum ávarar ímóti ætlanini at seta tvey russisk reiðarí á svartalista, tí tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyska fiskiskapin
Hanus Hansen er formaður í Reiðarafelagnum.
 
27.08.2025 - 13:11

Tey bæði russisku reiðaríini, sum landsstýrið ætlar at svartlista, Murman Seafood og Norebo JSC, sita á stórum parti av svartkjafta-, silda- og makrelkvotuni, sum russisk skip hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi.

Hann sigur seg hava fingið upplýst, at hesi bæði reiðaríini eiga 31,5 prosent av svartkjaftinum, 22,8 prosent av makrelinum og 52,2 prosent av sildini í føroyskum øki. 

Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, væntar, at um tey verða svartlistað, kann tað fáa ógvusligar avleiðingar fyri føroysku fiskiskapin í Barentshavinum.

Hann segði soleiðis í nýggjasta poddinum hjá Fólkaflokkinum, Fólkapoddurin:

 

27082025_Hanus_1

 

 

Melkart 2 er eitt av skipunum, sum ætlanin er at seta á svartalista.

 

Hanus Hansen  sær fyri sær, at sølan til Russlands kanska heldur uppat, og at fiskiveiðiavtalan, sum hevur verið galdandi síðani 1977, hongur í klønum tráði:

 

27082025_Hanus_2

 

Uppskotið um at broyta lógina, so at til ber at herða tiltøkini móti Russlandi, kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum í morgin. 

 

 

Sirið Stenberg. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, segði við útvarpið leygarkvøldið, at hon væntar ikki, at tað fer at fáa so stórar avleiðingar, um hesi reiðaríini verða sett á svartalista, tí a onuur russisk reiðarí kunnu fiska partin hjá teimumn, sum verða svartlistað:

 

27082025_Sirid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107