Norð festivalurin er bygdasligur, og tað er fínasta slag

Norð festivalurin er bygdasligur, og tað er fínasta slag
Um vikuskiftið verður árligi Norð festivalurin á Viðareiði. Har er nógvur tónleikur er á skránni, men alt byrjar við, at viðingar fletta eina kúgv
Glaðir festivalgestir í góðveðrinum á Norð festivalinum í fjør
Mynd: Bárður Lydersen  
 
29.08.2025 - 14:16

Tónleikafestivalar og -tiltøk eru ikki so nógv øðrvísi enn vanligar vørur.

Tað er umráðandi at vørulýsingin er góð og røtt. 

Júst tí er tað so deiliga frelsandi, at á Norð festivalinum á Viðareiði byrjaði tey festivalin við at fletta eina kúgv. 

So veitst tú, sum brúkari, líkasum hvat tað er fyri ein tónleikafestivalur, ið tú ert komin til.

Tað er bygdasligt, og tað er fínasta slag. 


Norð festivalurin byrjar við, at viðingar fletta eina kúgv (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Kári Sólstein frá Summarmorgni var ein túr á Viðareiði fríggjamorgunin, har tey løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar.

Har fekk hann orðið á Jógvan "Egga" á Oksakletti, fyriskipara.

Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri Norð festivalinum á Viðareiði, ið er tann síðsti útifestivalurin í summar. 

 

Nordfestivalurin_2025

 

Vakurt á Viðareiði

Norð festivalurin kallar eisini seg sjálvan fyri "Heimsins (allarhelst) vakrasta festival", og tað er sjálvsagt ein vørulýsing, ið kjakast kann um.

G! festivalurin er sanniliga eisini vakur, og um tú fert út um landoddarnar, so harðnar kappingin eisini nógv.

Men tað ber ikki til at kjakast um, hvørt tað er vakurt á Viðareiði, tí tað er tað. 


Mynd: Bárður Lydersen

 

Tá alt hetta er sagt, so merkir tað ikki, at Norð festivalurin ikki er áhugaverdur tónlistarliga, tí tað er hann. 

 

Dodo & the Dodos høvuðsnavn

Í ár er tað danski 80-ára bólkurin Dodo and the Dodos, ið er høvuðsnavnið á festivalinum leygarkvøldið.

Tað eru tey, ið hittaðu í Danmark og Føroyum við "Vågner i natten", "Gi mig hvad du har" og "Sømand af verden". 

 

Nakað av tí besta føroyska

Men afturat Dodo & the Dodos, so er skráin á tremur við nakað av tí allarbesta, ið finst á føroyska tónleikapallinum.

Har eru Guðrið Hansdóttir, Marius Ziska, RSP, Páll Finnur Páll, Adrenaline, Danny Baldursson, Kim Hansen, Eyðun Nolsøe og onnur. 

Norð festivalurin tjóðstartar í kvøld við hugnaløtu og dansi á Hotel Norð.

Og í morgin, leygardagin, byrjar alt við, at viðingar fletta eina kúgv. 


Eyðun Nolsøe á Norð festivalinum í fjør. Hann er aftur fúsur í ár (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Hvat: Norð festival
Hvar: á Viðareiði
Nær: Leygardagin 30. aug. (tjóstarturin er fríggjakvøldið)


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Leygardag 10. januar
Upp á tá - 090126
202480
Leygardag 10. januar
Vikugesturin: Mitt í tónleikinum
202479
Leygardag 10. januar
Vikan 10. januar 2026
202471
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341