Eiler dømt 400 dystir

Eiler dømt 400 dystir
Fríggjadagin dømdi Eiler Rasmussen dyst nummar 400 í fremstu deildini hjá monnum, og er hetta samstundis met fyri føroyskar fótbóltsdómarar
Skýggjamynd
 
01.09.2025 - 12:58

Søga varð skrivað, tá EB/Streymur og NSÍ møttust í Hólmanum á Eiði fríggjadagin. Hetta var nevniliga dystur nummar 400 hjá dómaranum, Eileri Rasmussen, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Sum dómari hevur hann umboðað Skála og AB, hann hevur dømt tríggjar steypafinalur, tvær ferðir er Eiler Rasmussen valdur til ársins dómara, og fríggjadagin var dystur nummar 400 í fremstu deildini hjá monnum á skránni, sum eisini er met fyri føroyskar fótbóltsdómarar.

 

Nummar tvey á listanum er Dagfinn Forná, ið hevur dømt 362 dystir, meðan Petur Reinert er á triðja plássi við 349 dystum, skrivar Fótbóltssambandið víðari.

 

Byjarði í 2001

Aftur í 2001, fyri 24 árum síðani, var ein blaðungur Eiler Rasmussen settur at døma dyst í 1. deild hjá monnum, sum fremsta deildin kallaðist tá, millum GÍ og EB/Streym. Gøtumenn vunnu 4-0.

 

Og síðani hevur tað javnt og samt verið boð eftir skálamanninum, sum seinastu nógvu árini hevur búð á Argjum, at døma dystir – serliga á hægsta stigi í føroyskum fótbólti.

 

– Hetta hevur verið ein góð tíð, við nógvum spennandi upplivingum. Sterkast í minninum stendur steypafinalan fyri fýra árum síðani millum B36 og NSÍ. Umdystur og brotssparkskapping mátti til, áðrenn B36 vann samanlagt 5-4, sigur Eiler Rasmussen, sum í fjør og í 2008 varð valdur til ársins dómara, og í 2007, 2015 og í 2021 dømdi finalurnar um Løgmanssteypið.

 

– Eg føli meg enn væl fyri, men eg komi neyvan upp á 500 dystir. Nú taki eg eitt ár i senn, og so fáa vit at síggja hvussu langt tað ber, sigur Eiler Rasmussen at enda við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571