Leita eftir manni í haganum millum Slættanes og Sandavág

Leita eftir manni í haganum millum Slættanes og Sandavág
Tá maðurin ikki var komin fram um níggju tíðina í gjárkvøldið, fekk politiið fráboðan
Politiið biður fólk um ikki at fara í hagan norðan fyri Sandavágaháls, meðan leitað verður.
 
02.09.2025 - 08:03

Stór leiting er nú í haganum millum Slættanes og Sandvág.

Leitað verður eftir manni í sekstiárunum, sum ætlaði at ganga av Slættanesi til Sandavágs.

Menn vóru eftir náta í gjár og løgdu at á Slættanesi.

Haðani fóru teir klokkan fýra.

Ein maður var eftir, tí hann ætlaði at ganga til Sandavágs.

 

Ikki komin fram

Klokkan níggju í gjárkvøldið var hann ikki komin fram, og tá fekk politiið fráboðan.

Leitað verður í haganum, eisini við hundum, dronur hava verið uppi, og nú kemur tyrlan uppí.

Leitað er eisini í Vestmannasundi. Millum annað er Tjaldrið har.

Maðurin er staðkendur.

Politiið biður fólk um ikki at fara í hagan norðan fyri Sandavágaháls, meðan leitað verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV