Eingin ætlan um trípartafund

Eingin ætlan um trípartafund
Kreml útihýsir ikki møguleikanum, men ukrainski forsetin sigur, at ein slíkur fundur skal fyrireikast væl
Putin og Trump hittust í Alaska í summar, men í løtuni er eingin ætlan um at hava trípartafund, har ukrainski forsetin, Zelenskyj, eisini verður við.
Mynd: Sergey Bobylev/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.09.2025 - 09:09

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um trípartafund millum forsetarnar í Ukraina, Russlandi og USA, upplýsir ein talsmaður fyri Kreml.

- Nú tosa øll um trípartafund millum Putin og Zelenskyj, men eingin ítøkilig avtala hevur verið um hetta millum Putin og Trump, segði talsmaðurin og ráðgevin hjá Kreml, Juri Ushakov, við russiskt sjónvarp í gjár.

Eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í summar var vertur fyri russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska, varð nógv tosað um ein komandi fund millum forsetarnar. 

 

Skal fyrireikast væl

Ítøkiligari upplýsingar eru tó ikki komnar um slíkan fund.

Kreml hevur framvegis ikki útihýst møguleikan fyri fundi millum tey trý londini, ella beinleiðis við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, men hevur sagt, at slíkur fundur skal vera sera væl fyrireikaður.

Ukrainskir o​g evropiskir politikarar hava funnist at Russlandi fyri at seinka tilgongdini at fara undir veruligar friðarsamráðingar millum londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401