Givin at leita eftir horvnu ferðafólkunum

Givin at leita eftir horvnu ferðafólkunum
Suðurkoreansku kvinnurnar hava verið eftirlýstar síðani leygardagin, og sama dag gavst løgreglan at leita eftir meksikanska ferðamanninum
Løgreglan boðar nú frá, at hon er givin at leita eftir horvnu ferðafólkunum.
 
09.09.2025 - 10:39

Løgreglan er givin at leita eftir suðurkoreansku kvinnunum, Soo Jung Park og Soo Yeon Park. 

Tað boðar løgreglan frá.

Løgreglan staðfestir, at kvinnurnar eru ikki funnar. Men løgreglan vil tó framvegis frætta frá fólki, sum hava verið í samband við kvinnurnar.

Tað var leygardagin 6. september, at løgreglan eftirlýsti tær báðar kvinnurnar úr Suðurkorea. Løgreglan upplýsti tá, at telefonupplýsingar frá kvinnunum vístu, at tær seinast vóru í økinum nærhendis Trælanýpuna og Bøsdalafoss, týsdagin 2. september klokkan 20:46.

Sama dag, leygardagin 6. september, gavst løgreglan at leita eftir Pedro Enrique Moreno Hentz úr Meksiko.

Sambært løgregluni vístu seinastu telefonupplýsingar frá honum, at hann var staddur nærhendis Bøstalafossi um middagsleitið, mikudagin 3. september. Seinnapartin 4. september var ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði. 

(Dagført klokkan 14.00)

Hoyr samrøðu við Kára Jacobsen, leiðara á kanningardeildini hjá løgregluni, í útvarpstíðindunum: 

 

09092025_Kari_kanningarleidari
 
 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392