Fimm Hamas-limir doyðu í ísraelska álopinum á Katar

Fimm Hamas-limir doyðu í ísraelska álopinum á Katar
Myndugleikarnir í Katar vísa aftur, at landið varð kunnað um álopið frammanundan. Og Katar tekur seg úr samráðingunum um vápnahvíld í Gasa
Katar fer at taka seg burtur úr samráðingunum millum Hamas og Ísrael um Gasa, eftir ísraelska álopið á høvuðsstaðin Doha í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.09.2025 - 07:39

Sambært Hamas eru fimm limir, teirra millum sonur Hamas-leiðaran, Khalil al-Hayya, dripnir í ísraelska álopinum í gjár á eini íbúðarhús í Doha, høvuðsstaðnum í Katar.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Hamas sigur, at bæði Ísrael og USA hava ábyrgdina av álopinum. 

Karoline Leavitt, talskvinna fyri Hvítu húsini, váttaði á tíðindafundi í gjárkvøldið, at USA varð kunnað um álopið frammanundan:

- Trump, forseti, bað beinanvegin serliga sendimann sín, Witkoff, um at boða Katar frá álopinum, sum var á veg. Tað gjørdi hann. Forsetin sær Katar sum trúgvan sameinda og vin hjá USA, og er sera harmur um staðsetingina av hesum álopinum. 

 

Katar vísir aftur

Men Katar vísir aftur, at tey vóru ávarað um álopini.  

Tað sigur Majed Al-Ansari, talsmaður hjá uttanríkismálaráðnum í Katar, í almennari fráboðan, sum varð løgd fram samstundis sum tíðindafundur var í Hvítu Húsunum.

Forsætisráðharrin, Sheikh Mohammed bin Abdulrahman al-Thani, fordømir álopið og sigur, at Katar tekur sær rættin at svara álopinum aftur. 

Donald Trump hevur, sambært NTB, sagt, at hann varð ikki kunnaður um álopið frammanundan.

Katar boðaði í gjár frá, at landið ikki longur verður partur av samráðingunum millum Ísrael og Hamas um frið í Gasa. 

Katar hevur higartil verið vertur fyri hesum samráðingum, ið skulu slóða fyri vápnahvíld.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297