Stjórar: Flyt umsitingina av útlendingamálum aftur til Danmarkar

Stjórar: Flyt umsitingina av útlendingamálum aftur til Danmarkar
Tørvur er á skjótari og greiðari mannagongdum viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi, halda stjórar innan tað privata, ið mæla til at flyta málsøkið aftur til Danmarkar
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2025 - 07:47

Fyritøkur hava mist tolið við Útlendingastovuni, tí viðgerðartíðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum er vorðin alt ov long. 

Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.

Føroyskir myndugleikar yvirtóku málviðgerina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum í september í fjør, og tá var málið, at umsitingin skuldi gerast bæði skjótari og greiðari. 

Men royndirnar hava víst nakað heilt annað, skrivar Vinnuhúsið.

 

Serliga hotell og byggifyritøkur ótolnar

Fyritøkur, millum annað hotell og byggifyritøkur, rópa varskó, tí tær uppliva, at viðgerðartíðin er vorðin alt ov long, og at langar bíðitíðir gera tað torført at reka vinnu. 

Jenny A. í Heiðunum er stjóri á Hotel Djurhuus, og tey hava stórar avbjóðingar við drúgvu bíðitíðini, og sambært henni hevur yvirtøkan verið ein forðing heldur enn ein fyrimunur. 

- Hotellið er partur av Fast Track-skipanini, sum skuldi tryggja avgreiðslu áðrenn 30 dagar, men kortini tók tað 12 vikur at fáa eitt arbeiðsloyvi góðkent, sigur Jenny A. í Heiðunum.

 

Rakar eisini starvsfólkini

Hetta hevði við sær, at hotellið manglaði starvsfólk í hálvan annan mánað, og eykaútreiðslur til ferðing og aðrar loysnir, tí tey høvdu lagt arbeiðið til rættis eftir, at góðkenningartíðin skuldi vera 30 dagar.

Drúgva viðgerartíðin rakar ikki bara fyritøkurnar, men eisini starvsfólkini, sigur Jenny A. í Heiðunum.

- Starvsfólk hava staðið uttan váttan í 4-5 mánaðir, og tað hevur havt við sær, at tey ikki kundu fara heim í feriu ella søkja um innfararloyvi at koma aftur. Tað ger arbeiðsdagin ótryggan og er óetiskt, tí tey verða sett í eina støðu, har stór óvissa alla tíðina valdar, sigur stjórin á Hotel Djurhuus.

 

Avmarkar tænastustøðið hjá fyritøkum

Alis Hansen er stjóri í byggifyritøkuni West-Trading og hon er eisini misnøgd við longu viðgerartíðina.

- Tað ger alt ótrygt og viðførir stress hjá arbeiðstakarum í gerandisdegnum - til dømis við bankaviðurskiftum og loyvum at fara heim í feriu. Samstundis verða vit sum fyritøka avmarkað í tænastustøðinum yvir fyri kundunum, sigur Alis Hansen.

Ein stór avbjóðing er, at nýggjar umsóknir vera tiknar fram um umsóknirnar, sum skulu leingjast, og tað rakar arbeiðið hjá teimum, sigur Alis Hansen.

- Tað merkir, at okkara starvsfólk hava bíðað heilt upp í eitt ár eftir svari, uttan at nakað er komið burturúr. Hetta ger, at vit noyðast at koyra við niðursettari arbeiðsmegi hvønn dag, og tað rakar umsetningin beinleiðis, sigur hon.

 

Tørvur á skjótari mannagongdum

Báðir stjórarnir leggja dent á, at tørvur er á skjótari og greiðari mannagongdum, og tær halda eisini, at tað hevði verið skilagott at flutt ein part av málsøkinum, um ikki alt, til Danmarkar aftur.

- Slíkar umsóknir eiga at verða avgreiddar uttan óneyðugt hóvasták innan 14 dagar, siga tær og leggja afturat, at neyðug tiltøk mugu setast í verk beinanvegin fyri at varð veita tænastustøði og kappingarføri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167