Russar í øðini inn á Danmark

Russar í øðini inn á Danmark
Avtala er gjørd við ukrainska vápnafyritøku um loyvi at gera rakett-brennievni á danskari jørð
Ukrainska vápnafyirtøkan, Fire Point, sleppur at gera brennievni til langtberandi rakettir í Danmark. (Savnsmynd)
 
12.09.2025 - 14:41

Russland er í øðini um donsku avtaluna við ukrainsku vápnafyritøkuna, Fire Point.

Russland finst at Danmark fyri at hava givið ukrainsku fyritøkuni, Fire Point, loyvi at gera rakett-brennievni til nýggju langtberandi krússararakettirnar hjá Ukraina, sum hava fingið navnið "Flamingo".

Tað sigur eitt talsfólk fyri russiska uttanríkisráðið, Maria Zakharova, skrivar Reuters.

 

Økir vandan fyri kríggi

Hon heldur, at avgerðin fer at økja um vandan fyri, at kríggið stigvíst fer at breiða seg og krevja fleiri mannalív í Ukraina.

Samstundis sigur hon, at avgerðin prógvar fíggindasinnaða politikkin, sum Danmark hevur mótvegis Russlandi.

Russiska fordømingin kemur eftir at danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, í síðstu viku kunngjørdi avtaluna, sum gevur ukrainsku vápnafyritøkuni, Fire Point, loyvi at gera rakett-brennievni á danskari jørð næstu fýra árini.

Sí eisini: Danmark keypir verjuútgerð fyri 58 milliardir
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493