Fingu grind á Argjum

Fingu grind á Argjum
Tórshavnar kommuna takkaði nei til grind úr Fuglafirði, men ein borgari tók sjálvur stig til at fáa grindina til høvuðsstaðarkommununa.
15.09.2025 - 19:54

Tórshavnar Kommuna segði nei takk, men ein borgari tók sakina í egnar hendur.

Tórshavnar kommuna segði í gjár nei takk til 100 hval úr Fuglafirði. Mett var, at kommunan longu hevði nóg mikið av grind, og at tað kravdi ov nógv at fáa hana til Havnar.

Men tá Jóhannes Andrasson Arge av Argjum frætti hetta, tók hann sakina í egnar hendur. Við egnum átaki tryggjaði hann, at grind kortini kom til høvuðsstaðin. 

Fleiri fólk í Havn nýttu høvið at fáa sær ein part heim við sær, og undirtøkan hevur verið góð. Jóhannes Andrasson Arge sigur, at hann metti tað vera umráðandi, at grindin eisini bleiv býtt út, hóast kommunan valdi at takka nei.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815