- Tíðindi, mentan og ítróttur
Navalnyj var eitraður

Aleksej Navalnyj var eitraður.
Tað sigur einkjan eftir Navalnyj, Julia Navalnaja.
Aleksej Navalnyj doyði í februar 2024 í eini fongsulslegu í Sibiria.
Russisku myndugleikarnir hava annars hildið uppá, at hann doyði ein natúrligan deyða.
Men royndir siga nú, at Navalnyj varð eitraður, áðrenn hann doyði.
Tað skrivar Reuters við Juliu Navalnaja sum keldu.
Julia Navalnaja. (Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix)
Dømdur 30 ára fongsul
Royndirnar vórðu gjørdar í Vesturheiminum, skrivar Reuters. Tað er ikki greitt, í hvørjum landi kanningarnar vórðu gjørdar.
Julia Navalnaja og hennara stuðlar hava áður ført fram, at hann varð eitraður, og nú halda tey, at royndirnar vátta tað ástøðið.
Aleksej Navalnyj hevði fingið ein dóm at sita tilsamans meira enn 30 ár í fongsli, fyri millum annað ekstremismu og svik.
Politisku stuðlar hansara meta dómin sum politiska jagstran, millum annað tí at hann var sera atfinningarsamur móti Putin, forseta.



























