Meiriluti fyri at vera partur í ríkisfelagsskapinum

Meiriluti fyri at vera partur í ríkisfelagsskapinum
Spyr.fo hevur gjørt kanning fyri Sambandsflokkin á fólkatingi
59 prosent av teimum spurdu halda, at Føroyar skulu vera partur í ríkisfelagsskapinum. 
 
19.09.2025 - 08:27

Meirilutin, 59 prosent, av føroyingum halda, at Føroyar skulu vera partur í ríkisfelagsskapinum. 

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Sambandsflokkin á fólkatingi.

25 prosent halda, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, og 16 prosent halda, at ríkisrættarliga støðan skal halda fram óbroytt.

Spurt var eisini, um fólk kenna seg trygg við tjóðarsemjuna um at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land.

20 prosent siga, at tey kenna seg sera ótrygg. 

24 prosent eru ótrygg.

28 prosent eru hvørki trygg ella ótrygg.

17 prosent kenna seg trygg, og 12 prosent kenna seg sera trygg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392