- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin: Rætt skal vera rætt

Rósurnar stóðu enn á stovuborðinum, tá ið hon kom heim við keðiligu boðunum til síni kæru.
Tá ið Hanna Vang skuldi taka við sum løgtingsins umboðsmaður fyri fimm árum síðan, fekk hon boðini frá læknunum, at hon hevði fingið krabbamein. Starvssetanin mátti tí útsetast nakað, men hon segði einki í tí almenna rúminum tá.
- Tað var ein kollvelting og als ikki nakað, eg hevði væntað. Fyrst at vera útnevnd til Løgtingsins umboðsmann var heilt fantastiskt. Eg hevði ikki søkt tað og visti ikki av tí, og so fekk eg hesa álitisváttanina. Alt var ljósareytt og vónríkt. So gingu fáir dagar, so siti eg við eini krabbameins-diagnosu, sum broytir framtíðina.
Hon fekk útsett starvið, og bæði formansskapurin og undanfarni umboðsmaðurin søgdu seg vilja bíða eftir henni. Hon fekk viðgerðina og gjørdist frísk og fór til verka.
- Sjálvandi litar tað byrjanina eitt sindur, men eg haldi samstundis, at ein slíkur førningur ger, at tað, sum tú skalt gera, tað skal gerast nú. Og legði eg alt í at gera mítt arbeiði ordiligt.
Hanna Vang hevur røkt starvið í fimm ár, og nú hevur hon álitið frá einum einmæltum løgtingi í fimm ár afturat.
Løgtingssins umboðsmaður skal ansa eftir, at almenna fyrisitingin er røtt og rættvís og heldur tær lógir, sum løgtingið hevur smíðað.
Allir borgarar kunnu kæra mál til Løgtingsins umboðsmann um viðgerðir hjá tí almenna. Eingin mál eru ov litil, og eingin eru ov stór. Tað ræður um at taka allar borgarar í álvara
Tað fevnir eisini um at trúgva upp á tí góða í menniskjum, og at fólk grundleggjandi gera sítt besta.
Grundleggjandi virðini hjá Honnu Vang samsvara væl við tað, sum Løgtingssins Umboðsmaður skal standa fyri. At vera álítandi og tað vera sannur.
- So langt eg minnist, tá eg hoyri okkurt, so spyrji eg: Er hatta alt. Er hatta allar síður av málinum. Eg havi øgiliga trupult við bara at hoyra eina síðu í málinum. Eg vil altíð fara afturum og spyrji, kann tað vera okkurt annað, og er onkur onnur forkláring.
Hoyr alla samrøðuna við Hannu Vang her, har uppgávurnar hjá Løgtingsins Umboðsmanni verða útgreinaðar, og stór orð sum fólkaræði, rættvísi og álit verða hálað niður á jørðina.




























