Ólógligt at hava snús uppi á sær í Fraklandi

Ólógligt at hava snús uppi á sær í Fraklandi
Nýggjar reglur fara at raka ferðafólk, men Svøríki roynir at steðga uppskotinum, tí stúrt verður fyri, at fleiri ES-lond fara at gera sum Frakland
Tað er ikki loyvt at brúka snús í Fraklandi, og nú verður væntandi eisini forboðið hjá ferðafólki í Fraklandi at snúsa.
Mynd: Shutterstock.com  
 
23.09.2025 - 09:33

Næsta ár verður helst ólógligt at taka snús við í feriu til Fraklands. 

Franska stjórnin fyrireikar uppskot til samtyktar, um at tað verður ólógligt at hava snús uppi á sær.

Hetta skrivar E24, sum endurgevur svenska Aftonbladet. 

Í uppskotinum stendur, at frá mars næsta ár verður bannað at framleiða, innflyta, útflyta og at hava vørur, sum innihalda nikotin, at koyra í munnin.

 

Benjamin Dousa er ráðharri í svenskum uttanríkishandli. 

 

Royna st steåga uppskotinum

- Vit gera alt vit kunnu fyri at steðga og seinka hesum uppskotinum, sigur svenski uttanríkishandilsmálaráðharrin, Benjamin Dousa, við Aftonbladet.

Hann stúrir fyri, at fleiri ES-lond fara at gera sum Frakland og banna snúsi.

- Vit hava brúkt hvassasta amboðið, vit hava í okkara amboðskassa, sum á ES-máli eitur 'ein útgreinað yvirlýsing'. Hetta er eitt mál, sum hevur verið á okkara radara í fleiri mánaðir, sigur hann.

Snús, sum er vátt tubbak, er bannað at selja í øllum ES - uttan í Svøríki. Svøríki fekk varandi undantak, tá ið tað gjørdist limur í ES í 1995.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362