Svøríki bjóðar Danmark dronuverndarskipanir

Svøríki bjóðar Danmark dronuverndarskipanir
Tilboðið kemur í sambandi við, at 40 ES-stjórnarleiðarar skulu hava fund í Keypmannahavn í næstu viku
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sum hevur boðið Danmark dronuverndarskipanir
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
26.09.2025 - 14:26

Svørríki bjóðar nú Danmark dronuverjuskipanir.

Tað váttar svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, fyri svenska miðlinum, TV4. 

- Vit hava sæð víðfevndar dronuflúgvingar í ymsum londum seinastu dagarnar. Sera óynsktar dronur. Og mikudagin í næstu viku hittast umleið 40 stjórnarleiðarar til ES-toppfund í júst Keypmannahavn. Vit hava boðið Danmark hjálp við hernaðar dronuvernd fyri at tryggja, at fundirnir kunnu haldast, sigur forsætisráðharrin.

Tað snýr seg um svenska førleikan at "skjóta dronur niður, sum ein ikki vil hava á staðnum". Ógreitt er, hvussu nógvar skipanir talan er um, skrivar TV4.

Fleiri hava funnist at, júst tí, at dronurnar ikki vóru skotnar niður, men at tær kundu flúgva ótarnaðar inni yvir fleiri hernaðarlig og sivil øki. 

- Hetta er eitt tilboð úr Svøríki, og tað er Danmark, sum ger av, um tørvur er á hjálpini ella ikki, sigur Ulf Kristersson.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097