USA: Fleiri hundrað túsund starvsfólk verða send til hús

USA: Fleiri hundrað túsund starvsfólk verða send til hús
Demokratarnir vildu ikki atkvøða fyri fíggjarlógini, tí teir krevja, at skerjingar í heilsuverkinum verða strikaðar
Amerikanska kongressin. Tað eydnaðist ikki at semjast um fíggjarlógina, og tað rakar almenna geiran meint.
 
01.10.2025 - 14:10

Fleiri hundrað túsund starvsfólk í almenna geiranum í USA verða send til hús, og túsundtals ikki-lívsneyðugar tænastur lata.

Tað verður veruleikin í USA , eftir at demokratarnir og republiknararnir í Kongressini ikki samdust um nýggja fíggjarlóg, áðrenn freistin fór klokkan fimm í morgun okkara tíð.

Demokratarnir atkvøddu í gjárkvøldið ímóti einum uppskoti hjá republikanarunum, sum skuldi tryggja framhaldandi virksemi. Fyri at atkvøða fyri fíggjarlógini, kravdu demokratarnir, at skerjingar í heilsuverkinum verða stikaðar.

Uppskotið fekk tó 55 av teimum 100 atkvøðunum, men neyðugt var við 60 atkvøðum fyri at verða samtykt.

Jacob Krogh, tíðindafólk hjá danska kringvarpinum í USA, lýsir støðuna soleiðis:

 

01102025_Krogh

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045