Stjórnarkreppa: Macron undir hørðum trýsti

Stjórnarkreppa: Macron undir hørðum trýsti
Franski forsetin er í álvarsligastu innanríkispolitisku kreppu, síðani hann tók við valdinum í 2017
Í Fraklandi verður gitt, at Emmanuel Macron, forseti, fyrireikar val.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.10.2025 - 07:54

Trýstið veksur á franska forsetan, Emmanuel Macron, eisini frá sameindum, um at loysa politisku kreppuna í landinum.

Í gjár heitti fyrsti forsætisráðharri hansara, Édouard Philippe, á Macron um at leggja frá sær til frama fyri landið.

Macron, sum hevur sitið við valdinum síðani 2017, er í álvarsamastu innanríkispolitisku kreppuni í síni tíð sum forseti. Mánadagin legði sjeyndi forsætisráðharrin hjá honum, Sébastien Lecornu, frá sær.

 

Freist til í kvøld

Forsetin hevur givið Lecornu freist til í kvøld at fáa í lag eitt burðardygt stjórnarsamstarv, men útlitini fyri eini loysn verða lýst sum ring. Um royndirnar miseydnast, kann Macron senda tjóðartingið til hús og skriva út val.

Í gjárkvøldið hitti Macron leiðararnar í bæði tjóðartinginum og senatinum, upplýsir ein stjórnarkelda. 

Fundirnir kunnu benda á, at hann fyrireikar møgulig val, tí slíkar samráðingar eru krav, áðrenn tjóðartingið verður sent heim, skrivar AFP-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424